Yvirlit yvir Microsoft 365-skeið
Niðanfyri síggjast ymisk skeið viðvíkjandi forritum í Microsoft 365. Tað ber til at seta onkur av hesum skeiðunum saman – alt eftir hvør tørvurin er.
Prísurin á skeiðunum er ymiskur eftir hvussu samansetingin og longdin skeiðinum eru. Setið tykkum í samand við meg til eitt nærri prát um hetta.

Innleiðsla til Microsoft 365
Fá eina grundleggjandi innleiðslu til útvald Microsoft 365-forrit, so tit veruliga kunnu gagnýta hesi á tykkara arbeiðsplássi.

Nýtímans fílugoymsla í skýnum
Við at goyma fílur í OneDrive og Sharepoint lætta tit um tykkara arbeiði á ymiskan hátt. Við møguleikanum at samskriva og deila gerst samstarvið betri og lættari.

Sharepoint
Við Sharepoint eru nógvir møguleikar, sum kunnu styrkja um samstarvið. Hesi skeiðini venda sær til umsitarar og snúgva seg serliga um uppsetingar í Sharepoint.

Betri samskifti og samstarv við Microsoft Teams
Teams er meira enn videofundir. Við at gagnnýta tær ymisku funkurnar í Teams ber til at skipa innanhýsis samskifti og samstarvið á ein góðan og einfaldan hátt.

Snildari notatir við OneNote
Microsoft OneNote er eitt sera gott amboð til notatir, til at lofta tankum og fanga alt tað, sum tú ynskir at halda stýr á. OneNote er eisini gott til vitanardeiling, verkætlanir. fundarfrásagnir og mangt annað.

Eftirmeting og innsavnan av upplýsingum við Forms
Forms er lítil gullklumpur í Microsoft 365, sum rættiliga nógv hava gleði av. Tað besta er, at hetta er sera nemt at nýta.

Onnur forrit
Microsoft 365 inniheldur eisini nógv onnur góð forrit – summi kend, onnur minni kend. Til ber eisini at flætta okkurt av hesum upp í skeiðini omanfyri.

Copilot í Microsoft 365
Copilot (Vitlíki) er nú bygt inn í fleiri av forritunum Microsoft 365. Hetta er ein sera spennandi menning, sum kann kollvelta okkara arbeiðshættir.

