Snildari notatir við OneNote

Við OneNote kanst tú skjótt og lætt fáa stýr á øllum tínum notatum, góðu hugskotum og teimum gulu seðlunum. OneNote er eisini sera gott til verkætlanir og toymisarbeiði.

Skeiðið er vanliga eitt hálvdags-skeið (3 tímar)

Innihaldið í skeiðnum er m.a. hetta:

  • Hvat er OneNote?
  • Uppbygnaður og skipan
  • At goyma tilfar
  • OneNote til fundarnotatir og frásagnir
  • At leinkja til tilfar í OneNote
  • Sambandið millum Outlook og OneNote
  • Snilda ljóðupptøkan
  • Snilda leitifunkan
  • At deila OneNote
  • Felags OneNote ígjøgnum Teams/Sharepoint
  • Snildar funkur á telefonini
  • Og annað…

Fyri at tillaga skeiðið til tykkara tørv, er best at hava ein fund áðrenn skeiðið, har støðið verður tikið í tykkara avbjóðingum førleikum. Hetta er við í prísinum.

Setið tykkum í samband við meg til eitt prát um skeið til tykkara tørv.