Vitlíki

Síðani vitlíki gjørdist atkomiligt fyri almenninginum í 2022, hevur menningin veruliga tikið dik á seg. Vitlíki fer at gerast ein størri og størri partur av gerandisdegnum, og tað er týdningarmikið at hava ein grundleggjandi fatan av, hvat hetta er fyri nakað og at duga at meta um, hvussu hetta kann brúkast í arbeiðshøpi.

Niðanfyri síggjast framløgur og skeið um vitlíki.

Innleiðsla til vitlíki (framløga)

Fá eina stutta innleiðslu til vitlíki. Hetta kann verða til t.d. til starvsfólkafundir, evnisdagar ella annað.

Innleiðsla til vitlíki (skeið)

Fá eina greiða innleiðslu til vitlíki, so tit betur skilja betur, hvat vitlíki er, hvørja ávirkan tað hevur á samfelagið, og hvussu tit kunnu brúka vitlíki í tykkara arbeiði.

Copilot í Microsoft 365 (Ávegis)

Copilot (Vitlíki) er nú bygt inn í fleiri av forritunum Microsoft 365. Hetta er ein sera spennandi menning, sum kann kollvelta okkara arbeiðshættir.