Vitlíki í Microsoft 365
Copilot er vitlíki-amboðið í Microsoft 365. Copilot finst sum ein ókeypis útgáva og sum ein goldin útgáva. Hetta skeiðið snýr seg um goldnu útgávuna. Í hesi útgávuni er Copilot innbygt í Microsoft 365 forritini, og kann tí brúkast í samstarvi við hesi forrit, m.a. til at svara teldupost, gera samandráttir av skjølum í OneDrive og Sharepoint, gera framløgur o.a.
Til hetta skeiðið er neyðugt er at hava eina goldna útgávu av Copilot. Tað ber eisini til at fáa eina innleiðslu til forritið uttan at hava haldið.
Enn er amboðið ikki ment nóg væl til føroyska málið. Tí má støðið í løtuni í stóran mun takast á donskum og enskum.
Skeiðið er vanliga eitt heildags-skeið á 3 tímar (við steðgum), men kann tillagast eftir tørvi.

Innihaldið í skeiðnum er m.a. hetta:
- Innleiðsla til Copilot
- Lær góð prompt (birt) til at fáa góð úrslit við vitlíki
- Brúka Copilot kjatt til ymiskar uppgávur
- Hvussu er Copilot integrerað í Microsoft 365-forritini?
- Nýt Copilot til teldupostar
- Skapa og broyt tekst við Word
- Hvussu kann Copilot nýtast í Excel?
- Copilot og sambindingin við OneDrive og Sharepoint
- Copilot til fundargreiðingar
- At menna agentar til ymiskar uppgávur
Fyri at tillaga skeiðið til tykkara tørv, er best at hava ein fund áðrenn skeiðið, har støðið verður tikið í tykkara avbjóðingum førleikum. Hetta er við í prísinum.
Setið tykkum í samband við meg til eitt prát um skeið til tykkara tørv.

