Styrkið tykkara kt-førleikar
og lættið um arbeiðið
Í dagsins samfelagi er neyðugt áhaldandi at dagføra sínar kt-førleikar, fyri at arbeiðið kann fremjast væl og munagott. Besta úrtøkan kemur við felags førleikamenning, tí tað styrkir um samstarvið og førleikastøðið verður lyft í felag.
Á hesi síðuni ber til at lesa um ymisk skeið, sum eg bjóði í hesum samanhangi.

Microsoft 365-skeið
Hava tit havt Microsoft 365 í nøkur ár, men gagnnýta ikki pallin til fulnar? Hetta er søgan hjá fleiri fyritøkum og stovnum. Eg havi nógvar og góðar royndir við verksetan av Microsoft 365-forritum. Eg tillagi skeiðini júst til tykkara tørv. Setið tykkum í samband við meg fyri at fáa eitt nærri prát um hetta.

Vitlíki
Vitlíki flytur seg við fúkandi ferð og mann skal veruliga halda fast fyri at fylgja við í menningini. Kundu tit hugsað tykkum eina innleiðslu í, hvat vitlíki er og hvussu tað kann nýtast á tykkara arbeiðsplássi`? Eg havi góðar royndir við nógvum ymiskum sløgum av fyrilestrum og skeiðum – bæði heilt stutt og longri. Um tit kundu hugsað tykkum ein fyrilestur ella eitt skeið, eru tit vælkomin at práta við meg, so kunnu vit tillaga hetta til tykkara tørv.

