Víðka innleiðsla til vitlíki

Fá eina greiða innleiðslu til vitlíki, so tit betur skilja betur, hvat vitlíki er, hvørja ávirkan tað hevur á samfelagið. Eftir innleiðsluni fáa tit møguleika at arbeiða ítøkiliga við vitlíki, serliga ChatGPT, og finna møguleikar sum kunnu lætta um tykkara arbeiði.

Skeiðið kann setast saman á ymiskan hátt eftir tykkara ynski. Vanliga er skeiðið 3-4 tímar, alt eftir hvat innihaldið er.

Innihaldið í víðkaðu innleiðsluni kann verða:

  • Søguligt baksýni – hvussu vit eru komin hertil?
  • Hvussu sær vitlíki-landslagið út í løtuni?
  • Hvørji vitlíki-forrit verða nógv nýtt?
  • Vansar við vitlíki
  • T`ýdningurin av vitlíki førleikum
  • Dømi um vitlíki í arbeiðshøpi
  • Hands-on arbeiðið við vitlíki, har tit royna ymiskar uppgávur
  • Víðkaðar funktiónir í ChatGPT
  • Dømi um vitlíki innbygt í frammanundan kend forrit

Fyri at tillaga innleiðsluna til tykkara tørv, er best at hava ein fund áðrenn, har vit avtala, hvat innihaldið skal vera.

Setið tykkum í samband við meg til eitt prát um skeið til tykkara tørv.