Innleiðsla til vitlíki (framløga)

Fá eina stutta innleiðslu til vitlíki til t.d. til starvsfólkafundir, evnisdagar ella annað.

Framløgan kann verða alt frá 30 min (kunning um vitlíki) til 2 tímar (grundleggjandi innleiðsla til vitlíki), har tit fáa eina innleiðslu til vitlíki og dømi um nýtslu. Tað er møguligt at avtala, um dentur skal leggjast á nakað ávist.

Innihaldið í framløguni kann verða:

  • Søguligt baksýni – hvussu vit eru komin hertil?
  • Hvussu sær vitlíki-landslagið út í løtuni?
  • Nýtslan av vitlíki í Føroyum
  • T`ýdningurin av vitlíki førleikum
  • Dømi um vitlíki í arbeiðshøpi
  • Vansar við vítlíki

Fyri at tillaga framløguna til tykkara tørv, er best at hava ein fund áðrenn framløguna, har vit avtala, hvat innihaldið skal vera.

Setið tykkum í samband við meg til eitt prát um skeið til tykkara tørv.