Innleiðsla til Microsoft 365
Fá eina grundleggjandi innleiðslu til útvald Microsoft 365-forrit, so tit veruliga kunnu gagnýta hesi á tykkara arbeiðsplássi.
Hetta er vanliga eitt tvey-dags skeið, men tað ber eisini til at minka tað til ein dag.
Vit práta saman frammanundan fyri at avtala, hvussu skeiðið skal skipast.

Innihaldið í skeiðnum kann verða innleiðsla til:
- Onedrive
- Sharepoint
- Teams
- Forms
- OneNote
- Copilot í Microsoft 365
- Planner
- Loop
Fyri at tillaga skeiðið til tykkara tørv, er best at hava ein fund áðrenn skeiðið, har støðið verður tikið í tykkara avbjóðingum førleikum. Hetta er við í prísinum.
Setið tykkum í samband við meg til eitt prát um skeið til tykkara tørv.

