Eftirmeting og innsavnan av upplýsingum við Forms

Forms er lítil gullklumpur í Microsoft 365, sum rættiliga nógv hava gleði av. Tað besta er, at hetta er sera nemt at nýta.

Hetta er vanliga eitt hálv-dagsskeið (3 tímar).

Innihaldið í skeiðnum er m.a. hetta:

  • At stovna spurnarbløð, eftirmetingar og royndir
  • At gera ymisk sløg av spurningum
  • At tillaga og skipa uppsetingina, so tú fært júst tær upplýsingar, sum tær tørvar
  • At samstarva við onnur um eitt spurnarblað
  • At deila spurnarbløð á ymiskan hátt
  • Yvirlit yvir innsavnaði svar
  • At nýta Forms saman við Excel
  • Stillingar til spurnarblaðið
  • Og annað

Fyri at tillaga skeiðið til tykkara tørv, er best at hava ein fund áðrenn skeiðið, har støðið verður tikið í tykkara avbjóðingum førleikum. Hetta er við í prísinum.

Setið tykkum í samband við meg til eitt prát um skeið til tykkara tørv.