Nýtímans fílugoymsla í skýnum
At goyma fílur í skýnum kann gera tykkara arbeiðið lættari og einklari. Millum annað kann hetta gera samstarvið betur – bæði við at deila tilfar og stýra hvør hevur atongd til tilfarið.
Skeiðið er vanliga eitt heildags-skeið á 5-6 tímar (við steðgum), men kann tillagast eftir tørvi.

Innihaldið í skeiðnum er m.a. hetta:
- At goyma í Onedrive ella í Sharepoint?
- Hvat er munurin millum hesi bæði?
- At deila mappur og fílur á ymiskan hátt
- At stýra hvør hevur atgongd
- Samskriving
- Versiónstýring av skjølum
- At gera snildar leitingar
- At nýta telefonina til OneDrive og Sharepoint
- Sambandi millum Outlook og OneDrive
- Og nógv annað
Fyri at tillaga skeiðið til tykkara tørv, er best at hava ein fund áðrenn skeiðið, har støðið verður tikið í tykkara avbjóðingum førleikum. Hetta er við í prísinum.
Setið tykkum í samband við meg til eitt prát um skeið til tykkara tørv.

