Betri samskifti og samstarv við Microsoft Teams
Teams er meira enn videofundir. Við at gagnnýta tær ymisku funkurnar í Teams ber til at skipa innanhýsis samskifti og samstarvið á ein góðan og einfaldan hátt.
Skeiðið er vanliga eitt heildags-skeið á 5-6 tímar (við steðgum).

Innihaldið í skeiðnum er m.a. hetta:
- Uppbygnaðurin í Teams
- At skipa samskifti og samstarv í rásir
- Fyrimunurin við kjatt-funkuni mótvegis telduposti
- Nær brúka Teams og nær brúka teldupost?
- Fíludeiling og fíluumsiting í Teams
- Innkalla til videofundir
- Blív trygg(ur) við ymisku funkurnar í videofundum
- Ymiskar appir í Teams
- Og annað
Fyri at tillaga skeiðið til tykkara tørv, er best at hava ein fund áðrenn skeiðið, har støðið verður tikið í tykkara avbjóðingum førleikum. Hetta er við í prísinum.
Setið tykkum í samband við meg til eitt prát um skeið til tykkara tørv.

