Sharepoint skeið

Niðanfyri eru nøkur dømi uppá Sharpoint skeið. Hesi skeiðini venda sær serliga til umsitarar. Viðvíkjandi skeiði fyri brúkarar verður víst til skeiðið Nýtímans fílugoymsla í skýnum, sum snýr seg um OneDrive og Sharepoint.

Sharepoint – fyri umsitarar

Fá eina góða byrjan uppá Sharepoint við at fáa grundleggjandi vitanina uppá pláss í mun til møguleikar og uppbygna.


Sharepoint intranet

Við funkunum í Sharepoint ber til at gera eitt grundleggjandi intranet, har tit savna viðkomandi fílur, upplýsingar, kunning og annað á einum stað.


Nýtímans fílugoymsla í skýnum – fyri brúkarar

Á hesum skeiðnum verður serliga hugt at arbeiðnum við fílum í Sharepoint. Í hesum sambandinum gevur eisini meining at hyggja at OneDrive, fyri at skilja í millum Sharepoint og OneDrive