Sharepoint intranet
Við funkunum í Sharepoint ber til at gera eitt grundleggjandi intranet, har tit savna viðkomandi fílur, upplýsingar, kunning og annað á einum stað.
Fleiri fyritøkur og stovnar brúka ofta nógvan pening uppá intranet. Men ofta verða hesar loysnir bara brúktar so mikið grundleggjandi, at tað væl ber til at hava tað mesta liggjandi í Sharepoint. Við Sharepoint kanst tú gera eina forsíðu við øllum tí tilfarið, sum starvsfólk skjótt skal finna og nýta. Hetta kann vera starvsfólkahondbólk, fundarfrásagnir, mappur við fílum, leinkjur til heimasíður o.a. Hetta er fyri tað fyrsta ein nógv bíligari loysn (kostar bara eyka, um man ynskir at ávísar skabelónir frá veitarum). Fyri tað næsta liggur rættiliga nógv tilfar longu á Microsoft 365 pallinum, um tit hava brúkt hetta í eina tíð.
Skeiðið er vanliga eitt heildags-skeið á 5-6 tímar (við steðgum). Hetta kann tó eisini tillagast.

Innihaldið í skeiðnum er m.a. hetta:
- Uppbygnaðurin í Sharepoint
- Sambandið millum Teams og Sharepoint
- Uppseting av síðum
- Uppseting av tíðindum og kunning
- Samanseting av ymiskum Sharepoint’um
- Nýtsla av listum
- Ymiskar vísingar fyri ymiskar brúkarar
- At skipa fílusøvn – við loyvum og metadátum
- Og annað
Dømi uppá eina forsíðu í Sharepoint

Fyri at tillaga skeiðið til tykkara tørv, er best at hava ein fund áðrenn skeiðið, har støðið verður tikið í tykkara avbjóðingum førleikum. Hetta er við í prísinum.
Setið tykkum í samband við meg til eitt prát um skeið til tykkara tørv.

