Sharepoint – fyri umsitarar

Ynskja tit at fáa meira burturúr møguleikunum at samstarva í Microsoft365, so er Sharepoint ein góð loysn

Við Sharepoint eru møguleikarnir nógvir, men tað er neyðugt at fáa eina góða innleiðslu, so tað verður bygt upp rætt frá byrjan. Í hesum skeiðnum, sum eru fyri umsitararar, verður víst á, hvussu eitt Sharepoint kann byggjast upp á ymiskar mátar og hvussu tað ber til at stýra ymiskum loyvum.

Tað er møguligt at byggja eitt Sharepoint í stigum, og síðani verkseta ymiskar partar leypandi. Nógv byrja t.d. við fílupartinum arbeiða síðaniút frá hesum.

Eg kann hjálpa tykkum at koma í gongd við at byggja upp eitt Sharepoint og ráðgeva tykkum ávegis, hvussu hetta kann skipast. Í fyrsta umfarið er neyðugt at umsitarar uppseta Sharepoint síðuna og síðani er neyðugt at upplæra brúkarar at nýta loysnina. Eg kann hjálpa til við báðum stigum

Skeiðið verður skipað eftir tørvi og kann vera millum 3-6 tímar – alt eftir hvat innihaldið er.

Innihaldið í skeiðnum er m.a. hetta:

  • Hvat er Sharepoint?
  • Sambandið millum Teams og Sharepoint
  • Sharepoint bygnaður (Sites, søvn, listar, síður o.a)
  • Stýring av loyvum og rættindum
  • Uppsetingar av fílumsøvnum
  • Metadátur og vísingar í søvnum
  • Automatiseringar og flows
  • Og nógv annað

Fyri at tillaga skeiðið til tykkara tørv, er best at hava ein fund áðrenn skeiðið, har støðið verður tikið í tykkara avbjóðingum førleikum. Hetta er við í prísinum.

Setið tykkum í samband við meg til eitt prát um skeið til tykkara tørv.