Lær at brúka vitlíki
Hetta skeiðið er ætlað tær, sum ynskir at eina grundleggjandi fatan av, hvat vitlíki er og ynskir at koma í gongd við at brúka vitlíki á ein skilagóðan hátt.

Dagfesting:
19.03.2026 | 9.00 – 12.00

Stað:
Hotel Hilton

Undirvísari:
Tóri Slættalíð

Kostnaður:
1500,- (íroknað mvg)

Tilmeldingarfreist:
10.03.2026
Tilmelding fer fram við at útfylla hetta tilmeldingarskjalið: Tilmeldingarskjal ella við at skriva til tori@tori.fo
Vitlíki-forritini mennast í hvørjum, og tað er neyðugt at hava eina grundleggjandi fatan av, hvat vitlíki er, hvussu tað kann gagnýtast í gerandis- og arbeiðshøpi og hvørjir vansar eru við vitlíki sum heild.
Á hesum skeiðnum verður hugt at, hvussu vitlíki-landslagið sær út, og hvørji forrit kunnu nýtast til ymisk endamál. Eisini verður hugt eftir hvørjar avbjóðingar eru við vitlíki.
Eftir skeiðið hevur tú eina góða grundvitan, sum tú kanst byggja víðari á, og sum kann hjálpa tær at ferðast millum skerini í vitlíki-landslagnum
Á skránni m.a.:
Grundleggjandi fatan av vitlíki
- Kunnu vit hava álit á vitlíki?
- Hvat kann vitlíki – og hvat kann tað ikki?
- Hví kunnu úrslit vera sannførandi – men ikki altíð røtt?
- Fyrimunir og vansar vitlíki
- Etikkur og ábyrgd
- Hvussu vitlíki verður nýtt lógliga og skynsamt?
Vitlíki í praksis
- Tekstamboð (til t.d. teldupostar, samandráttir, hugskot)
- Vitlíkisforrrit til ljóð, myndir og video
- Hvussu velja vit rætt amboð til rætt endamál?
- Ítøkilig dømi um uppgávur, har vitlíki kann hjálpa
Hví luttaka?
- Tú verður betur fyrireikað/ur til eina framtíð, har vitlíki hevur ein vaksandi leiklut.
- Tú fært eina greiða fatan av, hvussu vitlíki kann styrkja tínar arbeiðsgongdir og hjálpa tær í gerandisdegnum.
- Tú styrkir førleikarnar at navigera trygt og kritiskt í vitlíki-landslagnum.
Undirvísari er Tóri Slættalíð. Hann hevur drúgvar royndir at miðla ymiska kt-nýtslu á ein einfaldan hátt.
Hevur tú spurningar, kanst tú skriva til tori@tori.fo

