Sharepoint arbeiðsøki / intranet

Við funkunum í Sharepoint ber til at gera eitt arbeiðsøki ella eitt intranet, har tit savna viðkomandi fílur, upplýsingar, kunning og annað á einum stað.

Eitt arbeiðsøki í SharePoint kann gerast einfalt og lætt atkomiligt, so øll, sum eru partur av arbeiðinum, hava felags atgongd til sama tilfar. Hetta hóskar serliga væl til nevndararbeiði, verkætlanir og aðrar arbeiðsbólkar, har fundarfrágreiðingar, arbeiðsskjøl, avtalur og annað viðkomandi tilfar kann savnast á einum felags stað. Soleiðis vita øll, hvar tilfarið er, og tað verður lættari at samstarva og varðveita yvirlitið.

SharePoint kann eisini brúkast sum intranet hjá einum stovni ella einari fyritøku. Tað kann gerast til eina felags byrjanarsíðu, har starvsfólk hava skjóta atgongd til kunning, vegleiðingar, skjøl, tíðindi, leinkjur og annað, sum tey hava brúk fyri í gerandisdegnum.

Við SharePoint ber sostatt til at skapa eitt felags talgilt arbeiðsstað, har upplýsingar og tilfar eru savnað, skipað og lætt at finna.

Eg kann hjálpa tykkum at byggja tað eftir tykkara tørvi og við teimum røttu rættindunum, so røttu persónarnir hava atgongd til røttu upplýsingarnar, og loysnin verður bæði trygg, greið og løtt at brúka.

Dømi uppá eina heilt grundleggjandi forsíðu í Sharepoint

Setið tykkum í samband við meg til eitt prát um til tykkara tørv.